Banff (Skotland)

Banff

Banff (Banbh á gæliskum) er ein býur við eysturstrond Skotlands. Her búgva umleið 4.100 fólk.[1]

Býurin liggur við Banff-víkina, í norðara parti av Aberdeenshire, umleið 40 km vestanfyri Fraserburgh. Áin Deveron rennur tætt framvið býnum.

Banff hevði verið fyrisitingarsætið í søguligu sýsluni Banffshire frá 1890 til 1975.

  1. Banff in Aberdeenshire (Scotland) 2016

From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy